Innanlands

Omanlop á oyggjarvegnum

Stórir steinar, ið vigaðu um 3-4 tons komu bóltandi oman á vegin.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-07-17 11:02 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Klokkan fýra í nátt fekk løgreglan fráboðan um omanlop norðanfyri Hundsarabotn á oyggjarvegnum. Tað vóru nógvir smásteinar á vegnum, men eisini tveir stórir klettar, ið vóru mettir at viga 3-4 tons siga tey av løgreglustøðini.

Kaldbaksvegurin er í løtuni stongdur um næturnar  í samband við arbeiði til nýggju rundkoyringina millum Hvítanes og sandvíkarhjalla, tí er øll ferðsla til og úr havnini eftir oyggjarvegnum millum klokkan 21 og 06. Norrøna var komin á Havnini stutt frammanundan so tað var nakað av ferðslu úr Havnini um somu tíð. Fólk sum komið framvið fingu ruddað nakað av smáa grótinum burtur, so tað bar til at koyra, tí var ongantíð neyðugt at steingja vegin.

Landsverk fekk boðini frá løgregluni og fór at rudda vegin. Ein tíma seinni, klokkan 05, var vegurin ruddaður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder