Innanlands

Ongar ítøkiligar ætlanir um dialysuviðgerð á Klaksvíkar sjúkrahúsi

Mett verður, at kostnaðurin av tekniskari útgerð til dialysuviðgerð hevði verið um 1,8 milliónir krónur, og at árligi rakstrarkostnaðurin hevði ligið á millum  3,6 og 5,2 milliónir, sigur landsstýriskvinnan í heilsu- og orkumálum

Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-05-24 15:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í løtuni fyriliggur ikki nøkur ítøkilig ætlan um at seta á stovn dialysuviðgerð á Klaksvíkar sjúkrahúsi, sigur Eyðis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum í svari til fyrispurning hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur úr Fólkaflokkinum.

Landsstýriskvinnan sigur, at skuldi eitt slíkt tilboð setast á stovn á Klaksvíkar sjúkrahúsi, hevði tørvur verið á høli og útgerð, umframt fakfólki at taka sær av viðgerðini.

Verður dialysa veitt fimm dagar um vikuna alt árið, krevst at fýra sjúkrarøktarfrøðingar manna dialysuna. Eisini krevst ein internmedisinsk tilbúgving, t.e. at serlækni innan internmedisin skal vera til staðar allar dagar, tá dialysa verður veitt, sigur landsstýriskvinnan.

Mett verður, at kostnaðurin av tekniskari útgerð til dialysuviðgerð hevði verið um 1,8 milliónir krónur, og at árligi rakstrarkostnaðurin hevði ligið á millum  3,6 -óg 5,2 milliónir.

Svarið til fyrispurningin kann lesast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder