Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar herðir verkfallið frá mánadegnum. Verkfallið fer nú eisini at fevna um skurðambulatoriið B3 á Landssjúkrahúsinum.
Síðan mánadagin sjúkrarøktarfrøðingarnir verið í verkfalli á øllum seingjardeildum í Havn, Klaksvík og Tvøroyri.
- Hetta verkfall var eitt neyðugt stig, eftir at Fíggjarmálaráðið seinasta hálva árið hevði noktað at flutt seg ein tumma í samráðingunum. Tey hava støðugt hildið fast í einum karmi, ið tey høvdu avgjørt frammanundan. Einum karmi, sum gevur okkara limum eina rættiliga stóra lækkan í reallønini, og sker burtur av tí vøkstri, ið vit hava vunnið okkum gjøgnum tvey drúgv verkføll, sigur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar á heimasíðuni.
- Vit kunnu nú, eftir eina arbeiðsviku í verkfalli, staðfesta, at Fíggjarmálaráðið als ikki hevur flutt seg nærri samráðingarborðinum.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar sigur seg hava møguleika at vera í verkfalli í langa tíð, men siga seg hava ongan áhuga í at draga verkfallið út, ella lata tað ganga útyvir fleiri fólk enn neyðugt.
- Tí er herðanin ein roynd at fáa Fíggjarmálaráðið aftur til samráðingarborðið, og hesaferð at samráðast, heldur enn áhaldandi at diktera sama karm, ið tey hava gjørt síðan apríl, skrivar Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald