Innanlands

Ongantíð fyrr hava so nógv fólk vitjað í Vági

Metsummar hjá ferðavinnuni í Suðuroy -

(Mynd: Bjartur Vest)

(Mynd: Bjartur Vest)

2020-09-15 09:27 Author image
Innsent
placeholder

Háárstíðin hjá ferðavinnuni er nú endað og staðfestast kann, at eitt heilt einastandandi ferðavinnusummar í Vágs kommunu og í Suðuroynni sum heild er farið framvið.

Ongantíð fyrr hava so nógv fólk vitjað í Vági, gist í Vági og brúkt tey tilboðini, sum eru til bæði okkum í nærumhvørvinum og til vitjandi. Tilboðini eru eisini nógv og fjøltáttaði, bæði gistingarmøguleikar, matstovur og kafeir, handilslív, Páls Høll og Marghøllini, og ikki minst í stórslidnu náttúruni. 

Fleiri enn 10.000 gistingar í summar
Neyv tøl eru tíverri ikki tøk fyri allar partar av ferðavinnuni í nærumhvørvinum, men gistingarstøð, ferðavinnuútleigarar og matstovur siga frá einum summari, har tað hevur verið heilt óvanliga nógv at gera.  Nøkur av stóru gistingarstøðunum siga eisini frá einum metgóðum summari, har tey hava havt ein belægning uppá omanfyri 80 prosent í juli mánaði, tvs. at 80 prosent av tøku songjaplássunum hava verið seld.

Í Vágs kommunu er tað umleið 170 songjapláss til ferðafólk, tvs. umleið 5.100 songjapláss um mánaðin. Mett verður, at talið av gistingum í Vágs kommunu í juni, juli og august fór upp um 10.000 gistingar.

Gistingartøl eru tøk fyri Kamping Vágseiðið, sum tó var stongt fram til síðst í mai mánaði orsaka av korona-støðuni. Hóast Kamping Vágseiðið varð stongt, so var summarið 2020 metár, har tað vóru 885 gistinætur á kampingplássinum (til og við august), samanborið við 867 gistingar í fjør. Og tá eigur at takast við í myndina, at Dansibandsfestivalurin stóð fyri eini 250 gistinætrum í 2019 – og ongin Dansibandsfestivalur var í mai í ár.

Eisini í Páls Høll hava vitjunartølini í summar gjørt eitt rættiligt lop uppeftir. Frá hálvum juni til hálvan august vóru tað fleiri enn 7.000 vitjandi í Páls Høll, bara í juli vóru tað 4.100 vitjandi, og er hetta meiri enn tvífalt so nógv sum í juli 2019.

Vágur nógv at bjóða
- Vit hava miðvíst satsa uppá upplivingarvinnuna seinastu árini, har ferðavinnan er ein týðandi partur, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.

- Og seinastu árini hava vit eisini sæð, at privata vinnulívið hevur spent seg út og lagt afturat teimum tilboðnum sum eru í kommununi – og hetta dregur eisini alsamt fleiri fólk til Vágs, sigur Dennis Holm.

Talið av songjaplássum til ferðafólk er vaksið frá 35 songjaplássum í 2013 til umleið 170 songjapláss í 2020, og fleiri songjapláss til ferðavinnuna eru á veg komandi ár. Í ár hava vit eisini fingið nýtt bed & breakfast (Brim),  nýggjar matstovur (Garðslon og Bakkin Steakhouse), og nýggja kafe (kafe Brim), soleiðis at vit í dag hava 4-5 matstovur í Vági og 2-3 kafeir, so tilboðini til bæði vitjandi og okkum í nærumhvørvinum eru framúr góð, sigur Dennis Holm.

Hóast háárstíðin er endað, so eru tað framvegis ferðafólk í Vági og í Suðuroynni sum heild, men er tað í størri mun talan um vikuskiftis-ferðafólk, í mun til í summar, tá ferðafólk vóru í økinum allar dagar í vikuni. 

Tíðindaskriv frá Vágs kommunu

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder