Innanlands

Ongar koronakanningar hjá sjúkrahúsverkinum í morgin

Skalt tú kannast í morgin, má tað vera hjá Thetis í Havn ella í Vágum

(Mynd: Landssjúkrahúsið)

(Mynd: Landssjúkrahúsið)

2020-08-15 19:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um føroyingar hava tørv á at verða kannaðir fyri koronasmittuna í morgin, so má tað vera hjá privatu fyritøkuni Thetis, har ein eisini skal rinda fyri tað sjálvur.

Um ikki, so verður ein noyddur bíða til mánadagin, tí einki av teimum trimum sjúkrahúsunum ger kanningar í morgin.

Landssjúkrahúsið hevur gjørt kanningar á Eirargarði millum klokkan 13 og 15 í dag, men ger ikki kanningar í morgin. Bæði í Klaksvík og á Tvøroyri verða ongar kanningar gjørdar um vikuskiftið.

Hjá Thetis hava tey opið í morgin. Í Havn er opið frá klokkan 8 til 16 og á flogvøllinum er opið frá klokkan 15 til 17.

Samanlagt síðani koronasmittan kom í mars mánað eru 70.650 kanningar gjørdar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder