Tað er ikki møguligt at koyra gjøgnum Leirvíkstunnilin og eftir landsvegnum gjøgnum Leirvíksbygd í løtuni.
Orsøkin er, at lastbilur við trailara, lastaður við sild, um hálvgun seks tíðina í kvøld misti lastina á vegin á veg frá Tavuni og inn í Leirvíkstunnilin, so øll vegabreytin fleyt við sildaslógvi og evju.
Neyðugt var tí at steingja vegin og tunnilin, meðan gravimaskinur í fyrsta umfari eru farnar undir at skumpa og grabba sild upp í lastbilar.
Tað er ikki møguligt at lata vegin upp aftur fyri ferðslu fyrr enn vegurin er væl og virðiliga spulaður og reinsaður, tí talan er um hála evju, ið liggur á vegnum, upplýsir vaktleiðarin hjá løgregluni.
Tað fer tí at ganga ein løta áðrenn tað er koyrandi gjøgnum Leirvík og Leirvíkstunnilin aftur, verður upplýst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald