Tað verður ongin country- og bluesfestivalur í Sørvági í ár.
Hesa niðurstøðuna eru fyrireikararnir av festivalinum nú komin fram til. Fyri fáum vikum síðani varð annars boðað frá, at tað verður ein festivalur í ár í minni mátistokku og bert við føroyskum nøvnum.
Men heldur ikki tann útgávan verður til nakað í ár.
- Vit hava ásannað, at tað ikki fer at bera til at halda ein festival í ár uttan at tað fer at kosta okkum nógvar pengar, sum so kanska kemur til at ganga út yvir ætlanina um ein ordiligan festival næsta ár ístaðin, sigur Allan Samuelsen, formaður fyri festivalin.
Sum skilst so er tað avmarkingin á 500 fólk, sum er tungt vigandi orsøkin. Fyrireikararnir hava fingið ábending um, at talan ikki verður um at broyta hetta talið uppeftir áðrenn festivalurin byrjar, og tí varð avgerðin tikin um at avlýsa í ár eisini.
- Vit hava verið í sambandi við tónleikararnar, sum skuldu spæla í ár, og teir hava allir forstáilsi fyri, at vit nú taka okkum aftur, sigur Allan Samuelsen.
Festivalurin skuldi annars verið 11. og 12. juni.
Tey, ið hava keypa atgongumerkið og atgongd til kampingøkið í ár fáa seinni í dag fráboðan um, hvussu tey kunnu fáa pengarnar afturgoldnar. Henda fráboðan verður at síggja á heimasíðuni country.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald