2020-09-01 11:38
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Eingin smitta varð staðfest í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Úrslitið byggir á í alt 97.762 kanningar.
411 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru nú 374 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 37 persónar smittaðir í løtuni,
Tveir persónar eru innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald