Innanlands

Ongin tænasta – onki gjald

Býráðið í Runavík kom í gjárkvøldið til semju um, at foreldur ikki skulu rinda ansingargjald í tíðarskeiðinum, har støðan ikki er vanlig á økinum

Avgerðin hevur við sær, at millum 650.000 og 700.000 krónur færri koma inn í brúkaragjøldum - harvið skal eykajáttan til, um tænastustøði á økinum skal vera tað sama restina av 2020 (Mynd: Runavíkar kommuna)

Avgerðin hevur við sær, at millum 650.000 og 700.000 krónur færri koma inn í brúkaragjøldum - harvið skal eykajáttan til, um tænastustøði á økinum skal vera tað sama restina av 2020 (Mynd: Runavíkar kommuna)

2020-03-27 06:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri tveimum vikum síðani fóru Føroyar niður í ferð, og hetta hevur ávirka so at siga alt kring landið - eisini dagstovnaøkið.

Klaksvíkar kommuna boðaði mikudagin frá, at foreldur ikki skulu gjalda dagstovnagjald, so leingi sum tilmæli er, sum tað er nú, og at endurgjald verður givið fyri seinastu tíðina. 

Les eisini: Kostar Klaksvikar Kommunu áleið 600.000 krónur fyri frítikið foreldragjald

Nú verður sami leistur í Runavíkar kommunu. Hetta boðar býráðið frá, eftir at avgerðin var tikin á býráðsfundinum í  gjárkvøldiðd

Eitt uppskot frá fíggjarnevndini varð viðgjørt. Tað snúði seg um, hvussu leikur skal fara fram á fíggjarmótinum ansingini viðvíkjandi, nú dagstovnarnir fyri stóran part lótu aftur fyri smáum tveimum vikum síðani og væntandi lata uppaftur 3. páskadag.

Í stuttum snýr málið seg um, at foreldur hava goldið, sum um at støðan var vanlig, men í veruleikanum hava tey goldið fyri eina kommunala tænastu, sum tey ikki hava havt møguleikan at brúka. Hetta tí at kommunalu myndugleikarnir, eftir tilmæli frá landsmyndugleikanum, tóku at kalla øll repini niður á dagstovnaøkinum.

Hetta skrivar Runavíkar kommuna, ið eisini boðar frá, at býráðið samdist um meginregluna: Ongin tænasta – onki gjald.

Tilmæli er, at býráðið ger støðuna upp, táið dagstovnarnir aftur virka sum vanligt og gjalda foreldrunum fult endurgjald fyri tænastuna, tey ikki fingu.

Hetta fær sjálvandi fíggjarligar avleiðingingar fyri Runavíkar kommunu: 

- Mánaðarliga inntøkan á hesum økinum verður millum 650.000 og 700.000 túsund krónur lakari enn annars roknað við í fíggjarætlanini fyri 2020. Fíggjarliga høpið á dagstovnaøkinum er annars soleiðis samanskrúvað, í verandi ári, at roknað er við einum rakstrarkostnaði á 37,6 mió. kr., og av hesum vóru brúkaragjøldini ætlað at vera 8 mió. kr.

Til seinast skrivar býráðið, at tá inntøkan frá brúkaragjøldum nú minkar, verður neyðugt at veita økinum eykajáttan, um ætlanin er at varðveita sama tænastustøði, tað sum eftir er av árinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder