
Í Klaksvík verður í hesum tímum arbeitt av øllum alvi við at flyta burtur fólk og hjálpa teimum, ið eru komin illa fyri í nógva kavanum, sum blot er komið í.
Men tað verður eisini grivið og skumpað fyri at geva pláss fyri vatninum, sum ikki sleppur at renna sínar vanligu leiðir orsaka av, at áir, veitir og rør eru tipt.
Sambært Hallgrími Hansen á løgreglustøðini, sum tekur sær av samskipanini av ‘undantaksstøðuni’, ið nærum er galdandi í Klaksvík og har um leiðir, er onki sum bendir á, at vandin fyri ógvusligum áarlopum ef avhasaður.
Fer at regna av grimd aftur í kvøld
- Vit hava verið í sambandi við veðurkøn fólk, sum ávara um, at tað fer at regna illa aftur í kvøld, og at regnið heldur áfram til í hvussu so er klokkan tvey í nátt. Tí fyrireika vit okkum til, at fleiri lop kunnu henda.
- Í løtuni er tað bara eftir Klaksvík og økinum harumleiðir, sum vit hyggja eftir. Men sambært kønum fólki eru tað eisini onnur støð í norðara parti av landinum, at vandi framvegis er fyri áarlopum, sigur Hallgrím Hansen.
Tey áarlop, sum eru hend í nátt og í morgun eru øll hend á vestaru síðu í Klaksvík. Tað er annars tann eystara síðan, ið oftari hevur verið útsett fyri hesum vanda. Tí hevur løgreglan eisini heitt á tey, ið búgva ovarlaga eystanfyri um at rýma heimanífrá.
Hýsa fólkum í ítróttahøllunum
Samskiparin á løgreglustøðini hevur í løtuni ikki tal á hvussu nógv fólk eru rýmd heimanífrá, ella hvussu nógvum húsum fólk eru rýmd úr.
- Vit kunnu ikki tvinga fólk at rýma. Men vit hava saman við lokala innsatsleiðaranum og kommunala tiltaksleiðarunum gjørt okkum eina mynd av, hvørji fólk eru farin heimanífrá og hvørji hava vald at vera verðandi, sigur Hallgrím Hansen.
Áheitanin frá politinum er, at øll, ið búgva á teimum ovastu vegunum báðu megin í Klaksvík eiga at fara av húsum og bíða til vandin er av. Talan er um gøturnar undir Brúnni, undir Klakki og undir Hálsi á vestaru síðu og millum Hjalla, undir Grashjalla, Helnaskákið, Helnabrekku, Kjalarveg, Kráargøtu og Geilina á eystaru síðu. Somu boð eru send teimum, sum búgva í Ánunum og Norðoyri.
Kommunan hevur skipað fyri, at hesi fólk kunnu koma í ítróttahallirnar, KÍ-høllina og Badmintonhøllina, at vera meðan vandi er. Onnur høli í býnum eru eisini tøk, um tørvur skuldi verið við tí.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald