Tað blikaði við sandin og gjar- og flidnarendur lýstu hvítar fram við fjørðuni. Sluppir, smábátar, kajakkir og onkur heimagjørdur flaki damlaðu útfyri, pollamjørkin hekk og evnaði broytandi trøllsligar myndir millum fjallatindarnar og onkuntíð hevði sólin eisini hug at kaga fram áðrenn hon hvarv handan fjallarøðina norðanfyri og kastaði kvøldarroðan á Gøtunes meðan dagurin legði saman hendur.
Leygardagurin á G! fekk perfekt veður, og tað varð eisini dúgliga útnyttað av teimum vælbygdu og eisini minni vælbygdu festivalkátu ungfólkunum, sum tveittu yvirklæðini og stungu kropparnar í guvandi hitapottarnar ella kastaðu seg út á sjógv í Gøtuvík.
Hugnin var í hásæti, børnini spældu sær á sandi, gøtufólk smíltust og heilsaðu blídliga, og alt var sum tað skuldi vera.
Sigast skal eisini, at umstøðurnar kring tónleikin vóru uppaftur betri í ár. Fleiri møguleikar at keypa sær eta og drekka, og enn fleiri hugnalig úthús og kjallarar tiknir í brúk í søguligu bygdini til at veita gestunum alskyns tænastur, sum hoyra slíkum festivali til.
Prýðingin av økinum og ljóssetingin var eisini fyrimyndarlig, har stóra G’ið, bygt upp av lýsandi 1000 litra dunkum stóð sum eitt listarligt eyðkennismerki.
Vætan skal eisini útaftur
Leggjast skal tó beinanvegin afturat, at tað er keðiligt at festivalurin í Gøtu ikki veitir betri tænastu tá tað kemur til toilettviðurskiftini.
Har eru ov fáir vatnhúsmøguleikar, og teir liggja eisini ov langt til viks. Vesini liggja til dømis so langt sum tú yvirhøvur kanst koma frá høvuðspallinum, um tú ikki dittar tær upp smølu trappurnar uttan rimagirðing, sum eru av sandinum og niðan á vegin.
Undarligt, at festivalurin ikki finnur útav at veita gestunum betri sømdir hesum viðvíkjandi. Fyrireikararnir vita nágreiniliga hvussu nógvar litrar av øli og øðrum drekkandi, ið verða slongdir um diskin, og vita eisini, at umleið sama mongd skal út aftur eisini. Tað gerst ikki við einum einstakum vesivogni við seks pissoirum – tað sigur seg sjálvt.
Hissini karaóke
Tónleikaliga byggir hetta ummæli einans á leygardagin á G!, og sigast skal at tónleikaliga upplivilsi á ’høvuðsdegnum’ var heldur fátækasligari fyri ikki at siga nógv fátækasligari, enn tað fyrr hevur verið.
Tónleikurin yvirhøvur var ov innhugsin – introvertur – og nøvnini vóru fá, sum fingu beinleiðis samband við áhoyraran, sangløtan tó undantikin.
Sæð í ljósinum av, at rættiliga fitt av tilkomnum fólki er við á festivalinum, ikki minst íbúgvarnir í bygdini, sum vælviljandi leggja hús, heim, tún, garðar og gerandisdagar til allar festivalgestirnar, hava betri uppiborið enn eitt hissini karaóke-show undir heitinum ’stóra sangløtan’.
Hetta tiltakið, ið einaferð í tíðini varð sett á skrá sum ein neyðloysn, tí tað ikki eydnaðist at fáa eitt rættuligt høvuðsnavn til leygarkvøldið, er vorðið ein fastur táttur á festivalinum. Eitt sindur óskiljandi eftir míni meining, tí tað hóskar als ikki inn í konseptið annars.
Heldur fingið okkurt gott og festligt kent gamalt navn at spæla eina løtu. Tað er roynt fyrr, og riggar fyri bæði Voxbotn og Tórsfest á hvørjum ári. Undarligt, at tað ikki skal eydnast fyri G!
(Mynd: G! Festivalurin)
Greta er ein stjørna
Aftur til tað sum var. Á spæliplássinum var alt við tað gamla. Men har kom ikki rættiliga lív í leygarkvøldið (undirritaði upplivdi ikki seinastu konsertina, sum byrjaði, tá tað lýsti fyri degi), og trongsilin var ikki tann, hann plagdi at vera.
Fjósið var enn einaferð dámliga staðið á festivalinum við ymsum og fjølbroyttum tilboðum. Leygarkvøldið var Rowan millum nøvnini á skránni, og hetta gjørdist eitt gott upplivilsi. Mergjaður bluestónleikur við ekspressiva útisetanum úr Vestmanna, ið einaferð var betri kendur undir sínum veruliga navni, Róin, og var stóra upplivilsið í marglætis náttklubbanum í Albert Hall saman við vinmanninum Magna, sum nú einamest syngur gospel og country.
Á sandinum var heldur ikki tann stóra troðkanin av fólki.
Óvæntaða jaliga upplivilsið har var Greta Svabo Bech, sum sera dugnaligu Sakaris Joensen, Mattias Kapnas og Per Ingvald Højgaard, gav okkum eitt flott og vælljómandi show við elektroniskum tónleiki á altjóða støði. Henda knænvaksna miðvágsgentan hevur okkurt í sær, sum riggar ómetaliga væl til slíkan tónleik. Ein lýsandi stjørna, er hon.
(Mynd: G! Festivalurin)
Tjúkkiboyggi Klæni fekk lív í
Tá tosað verður um show, so er tað tó onki, sum tekur aftur tað, sum hendi á stóra pallinum til seinast, absolutta høvuðsnavnið hesaferð, Fatboy Slim.
Hóast talan ikki er um konsert sum so, tí tónleikurin verður ikki framførdur á staðnum, men tikin úr einum anleggi, so er tað imponerandi, at tað kann eydnast einum einsamøllum manni við sínum miksi og snildum at fáa so gott lív í fjøldina. Lagið framman fyri pallin í summargóðveðrinum var einastandi hesa løtuna.
Og ljósfýrverkið og bakgrundsmyndirnar á stóra skíggjanum aftan fyri mannin vóru eisini flott, virkningsfull og ómetalita hugtakandi.
Dámligt, at G! festivalurin ikki brúkar eldslogar fyri at gera serliga ávirkan á fjøldina (sum Voxbotn brúkar), men ístaðin hevur kanónir við eimi av onkrum slag. Minst líka flott og atdráttarmikið sum eldur, ið ikki kann vera heilt vandaleyst.
Tey listafólkini, sum av ymsum orsøkum ikki vildu koma á G! í ár, vóru heilt gloymd hesa løtuna. Leygarkvøldið á G! 2019 endaði við einum flottum braki, verður neyvan mint fyri musikalsk upplivilsir, men hinvegin fyri dýrdarveðrið, sum fall festivalinum í lut í ár.
Onki er sum summarkvøld við strendur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald