Tað er gott at kenna seg takksaman og hepnan, eftir at hava kent eina menniskju í gjøgnum eitt langt lív.
Hetta var kenslan eg sat eftir við, nú boðini bórust um, at Anna Larsen var farin. – Ein kensla av takksemi og hepni hóast sorg og sakn!
Havi vita um Annu Larsen frá barni av. Men tað var ikki minst ígjøgnum okkara felags hjartabarn, ÍF, at okkara vegir krossaðust mest.
Var so heppin at sita í nevnd saman við Annu. Altíð fús og nærløgd til at taka tung tøk, felagnum at frama – eitt nú at skipa fyri eydnuhjóli og lutaseðlasølu, at hjálpa til við innkrevjingini og at taka sær av klæðum.
Men hetta nærlagni og ídni røkk eisini út um tíðina, hon hevði sum nevndarlimur. Tað hevur felagið merkt øll árini, og tað kundi eg so mangan sanna eisini. Bæði sum leikari og sum venjari – í fótbólti, í flogbólti og í hondbólti.
Nú, eg havi skavast eitt sindur við søguna hjá ÍF, og tí hugt fundarbøkurnar ígjøgnum, havi eg rent meg í nøkur nøvn, sum aftur og aftur verða nevnd. Nøvn á fólkum, sum eftir bestu sannføring hava lagt nógva orku í og sett nógva tíð av til felagsins besta í meir enn hálva øld.
Eitt av hesum nøvnum er Anna Larsen!
Men Anna var ikki einsamøll um sítt nærlagni! Petur, maðurin, var eisini altíð stuðlandi í hesum arbeiðinum – bæði praktiskt og fíggjarliga. Tey bæði vóru ein fyrimynd fyri okkum øll! Men ikki minst vóru tey ein fyrimynd fyri teirra børn, sum eisini hava verið ÍF og arbeiðinum innan ítróttina í bygdini ein trúgvur og hollur stuðul.
Fyri júst fimm árum síðani eydnaðist tað mær at hava eitt prát við Annu, sum eg festi á band. Eitt prát um ÍF og ítróttina í hennara barna- og ungdómsárum. Ein sera góð og gevandi løta í hugnaliga heiminum á Trøðni. Ein samrøða, sum er eitt sera virðismikið íkast til søguna um ÍF.
Góðu tit, Jákup Frants, Atli, Gunnvá, Randi og Rógvi við familjum! Árini vóru har, men kortini er saknurin svárur. Máttu tit kent styrki og troyst í Honum, sum øllum valdar!
Friður veri við minninum um Annu Larsen!
Tórshavn, 21. september 2023
Petur Simonsen
ÍF nevndin 1979-80 saman við venjaranum, Ronny Gunnarsson. Myndin er tikin í oktober 1980. Frá vinstru: Petur Simonsen, Sonni Jensen, Símin Abrahamsen, Jóhan Heri Joensen, Ronny Gunnarsson og Anna Larsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald