
Ætlaða kanningin av lærarum og starvsfólki á Glasi í dag, er fyribils útsett til í morgin. Tað boðar leiðslan á Glasi frá.
Øll á Glasi eru kannað fyri koronu einaferð. Koronakanningarnar, sum vórðu gjørdar sunnudagin og mánadagin hava staðfest tveir tilburðir á skúlanum. Landslæknin metir hetta greitt benda á, at smittan ikki er spjadd nógv á Glasi. Somuleiðis kann staðfestast, at Glasir ikki er smittukelda til hinar tilburðirnar, sum eru staðfestir í samfelagnum seinastu dagarnar.
Í gjár varð onnur kanning gjørd av starvsfólkum og teimum næmingabólkum, sum skúlaleiðslan – í samráð við landslæknan – hava raðfest fremst í samband við smittusporingina. Talan er um valflokkar og bólkar, sum onkusvegna kunnu setast í samband við smittutilburðirnar. Úrslitini av hesum kanningum verða væntandi tøk seinni í dag.
Landslæknin hevur mælt skúlanum til, at hann fær úrslitini av kanningum, áðrenn endalig støða verður tikin til, um restin av hópinum á skúlanum skal kannast aðru ferð.
Avgerð er tí í fyrsta umfari tikin um, at kanningarnar av restini av næmingahópinum, sum skuldu gerast í dag, verða útsettar til í morgin.
Tá lanslæknin hevur mett um kanningarúrslitini, tekur hann støðu til, um kanningarnar verða framdar fríggjadagin ella ikki. Kunning um hetta verður send næmingunum so skjótt avgerðin er tikin.
Hendan broyting hevur við sær, at øll eru heima og at undirvíst verður á Teams sambært tímatalvuni í dag, skrivar heimasíðan hjá Glasir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald