- Er tað bara eg, sum haldi at tað er langt úti at gjalda 30kr fyri at kasta 3 bóltar, 3 pílar, osv, og vinningarnir eru totalt ein joke, pent sakt skrambul, brotna beinaveg ella er brotið áðrenn tað er pakkað upp? Haldi eisini tað var nógv hugnaligari tá man gekk ígjøgnum býin og ymiskt var at royna runt umkring.
Soleiðis skrivar ein mamma á einum tráði á Facebookbólkinum Mammur í Føroyum. Nógvar mammur tykjast at vera samdar í kritikkinum, og fleiri viðmerkingar vísa á, at tað sambært mammunum var nógv hugnaligari at spáka runt í býnum á ólavsøku fyrr.
- Eg elskaði at ganga runt í býnum við børnunum, tá tað vóru smá tivoli ymsa staðni í býnum, so børnini kundu royna ymiskt og foreldrini møta fólki og práta. Nú eru øll foreldur “tvungin” at standa á Skálatrø stóran part av Ólavsøkuni í einum milt sagt ikki sjarmerandi tivoliøki. Ólavsøkan skal vera fyri øll, og tað er hon ikki meira, tá mann byrjar at deila fólk upp í ymisk øki í býnum eftir um tey eru børn, foreldur etc. So kann mann eisini gera eitt seniorøki osv. Tað hevur altíð verið styrkin við Ólavsøkuni, at hon var fyri øll, og at foreldur kundu fara í býin við børnunum og samstundis møta vinum, sum møguliga ikki hava børn, men eg sigi fyri meg, at um eg ikki hevði børn, høvdu 10 villir hestar ikki fingið meg at farið frívilliga inn á hatta øki á Skálatrøð.
- Vónandi fer onkur at vakna og rætta hendan stóra feilin, so Ólavsøkan aftur kann vera fyri øll og líka hugnalig, sum hon plagdi at vera, áðrenn tey broyttu alt til tað verra, svarar ein mamma.
Tað tykist serliga at vera prísirnir, langu køirnar, og at alt skal vera samlað á einum stað, sum ørkymlar fólk.
- Vit betaldu eisini 250 kr fyri armband, men náddu bara 4 ting og bara eina ferð, tí tað var so lang kø, so vit høvdu spart nógv við bara at keypt einkultbillettir, sigur ein.
- Sakni eisini fleiri tombola støð. Fann bara eitt niðri á Skálatrøð og eitt í Tórsgøtu, leggur ein mamma afturat.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald