- Ein spennandi og drúgv verkætlan hevur seinastu árini tikið skap í miðbýnum. Øll hava kunnað fylgt við byggingini uttanfyri, men í dag fær almenningurin høvi at koma inn í Varpið til eina heilt serstaka uppliving.
Soleiðis skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðu sínari í dag, í samband við at tað nú fer at bera til hjá øllum - hjá almenninginum - at síggja nýggja mentanarhúsið í Klaksvík
Tað er stýrið fyri Varpið, ið letur dyrnar upp í dag, týsdagin 19. oktober, klokkan 17.
- Byrjað verður við røðum og sangi kl. 17.00 og aftaná verður nógv spennandi á skránni, so sum sangur, upplestur og framførslur av ymiskum slag. Framførslurnar eru væl umboðaðar av fjølbroytta mentanarlívinum í býnum. Eisini verður boðið kaffi og køka, skrivar klaksvik.fo.
Adelborg Linklett setti spakan í til mentanarhúsið í Klaksvík 5. februar í 2020. Síðani er nógv hent í miðbýnum í Klaksvík. Seinkingar hava eisini verið av ymiskum orsøkum, og biðið hevur verið um meira fígging til húsið.
Innanlands
Opið hús í nýggja mentanarhúsinum í kvøld
Varpið í Klaksvík letur upp fyri almenninginum frá klokkan 17. Røður, sangur, framførslur og annað verður
Frá klokkan 17 til klokkan 19 í kvøld verður høvi at síggja og uppliva Varpið í miðbýnum í Klaksvík (Mynd: klaksvk.fo)
2023-10-19 13:54
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald