2018-08-30 07:11
Í sambandi við mentanarvikuna í Vágum, Vesturskin, hevur Krígssavnið opið hús í SOR-bygninginum.
Opið verður leygardagin 1. september og sunnudagin 2. september frá klokkan 14 til 17. Krígssavnið í Miðvági er eisini opið somu tíðir.
Nýggja byggiætlanin verður sýnd fram, og høvi verður at síggja SOR-bygningin innandura, nú arbeiðið at fyrireika hann til krígssavn fer í gongd.
Eigur tú, ella veitst um, lutir frá krígstíðini, eru vit sera áhugað at frætta.
Vælkomin inn á gólvið.
- Krígssavnið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald