Vit kenna hana øll – ljósagrøna plantan, sum hóast sín vakurleika, ger meira skaða enn gagn. Ein nýggj altjóða frágreiðing hjá IPBES vísir, at innræsnar plantur eru orsøk til størsta partin av minkingini í náttúrufjølbroytni.
Innræsnar plantur gera um seg kring allan heimin – og vit síggja tær eisini í føroysku náttúruni. Sum dømi um slíkar innræsnar plantur kunnu nevnast garðaskøran, sponsk hindber og blóðdroparunnur, vælkend undir navninum fuchsia.
Mikukvøldið 15. novembur fer Náttúrunetverkið við Runavíkar kommunu at odda at varpa ljós á evnið við einum almennum tiltaki í Løkshøll.
Á tiltakinum, sum eitur ”Øra skøra”, fara serfrøðingar at greiða frá um innræsnar plantur bæði á altjóða støði og í Føroyum, umframt at geva praktiska vegleiðing í, hvussu innræsnu planturnar kunnu basast. Aftaná verður pallborðskjak, og høvi verður at seta serfrøðingunum spurningar úr salinum.
Millum teirra, sum fara at hava orðið á tiltakinum eru Sjúrður Hammer frá Umhvørvisstovuni um nýggja altjóða frágreiðing (IPBES), Kolbrún í Haraldsstovu frá Tjóðsavninum um innræsnar plantur í Føroyum og Rakul Arnfríð Dam frá Skógrøkt Landsins og Búgvi Róin frá Vága kommunu um fyribyrging og týning av innræsnum plantum.
Hesi somu sita í pallborðskjakinum aftaná.
Øra Skøra verður í Løkshøll mikukvøldið 15. november klokkan 19.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald