Viktor Orbán, sum hevur verið forsætisráðharri í Ungarn síðan mai 2010, tapti í gjár tjóðartingsvalið, og flokkurin hjá andstøðuleiðaranum, Péter Magyar vann meirilutan.
Sunnukvøldið viðurkendi Orbán ósigurin og ynski hann Magyar til lukku. Í røðu síni segði Orbán, at flokkur hansara, Fidesz framyvir fór at tæna ungarsku tjóðini í andstøðuni. Úrslitið var greitt men pínufult, segði hann.
Tisza sær út til at fáa 133 av 199 sessum í ungarska tjóðartinginum. Fidesz sær út til at fáa 55 tingsessir, sum er ein stór afturgong, skrivar Ritzau.
Tað var frammanundan mett, at valið fór at enda við stórsigri til Péter Magyar.
Í røðu síni segði Péter Maguar, at hann ætlar at stýra Ungarn aftur móti ES, eftir at spenningar hava verið milum ES og stjórnini hjá Orbán. M.a. hevur Orbán blokerað fyri einum láni til Ukraina á 90 milliardir evrur.
– Ungarn fer aftur at gerast ein sterkur sameindur hjá ES og Nato, segði hann.
![]()
Péter Magyar (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald