
Blómuhandilin Orkis í Saltangará hevur fingið nýggjar eigarar. Tað eru Beinta Vilmundsdóttir og Fróði Poulsen, sum hava keypt handilin.
Beinta Vilmundsdóttir hevur lært til blómubindara í Orkus við Turið Johannesen sum lærumeistara.
Orkis heldur fram á sama hátt, tó so at Beinta nokk fer at seta sín dám á handilin, sigur blómuhandilin í fráboðan.
- Vit ynskja Beintu og Fróða hjartaliga til lukku við handlinum við ynski um blíðan byr. Vit báðar takka av hjarta okkara mongu viðskiftafólkum, heilsølum, starvsfólki, hjálparfólki, ja øllum, fyri góða undirtøku, gott samstarv og góða hjálp hesi sjey árini, vit hava verið eigarar av Sp/f Orkis, og vit ynskja tykkum øllum alt tað besta, sigur tær.
Blómuhandilin Orkis lat fyrstu ferð dyrnar upp tann 3. apríl 1983 á Heiðavegi í Runavík. Tað var Sámal Erik Djurhuus, sum lat handiln upp. Seinni kom makin, Annette Sonne, at arbeiða har saman við honum.
Eftir nøkur ár í Runavík, flutti handilin inneftir til Glyvrar á Glyvraveg 17. Tann 1. oktobur í 2013 tóku Turið í Kongsbø og Mildrið Eivindsdóttir yvir Orkis. Eftir at hava støðst á Glyvravegi 17b í nógv ár, flutti Blómuhandilin Orkis tann 1. oktobur í 2019 í nýggj høli á Heiðavegi 49 í Saltangará.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald