Uttanlands

Oscar-virðislønirnar verða latnar í Los Angeles í nátt

Tær størstu virðislønirnar innan filmsvinnuna hava nú 91 ár á á baki. Annað árið á rað verður eingin vertur - filmurin Joker hevur flest tilnevndingar (11)

2020-02-09 16:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klokkan 01.00 føroyska tíð byrjar Oscar-hátíðarløtan í Dolby Theatre Hollywood. 24 ymiskir heiðrar skulu latast fyri filmar sum komu út í 2019, og fimm eru tilnevnd innan hvønn bólk.

Her ber til at síggja allar bólkarnar og øll tey tilnevndu

Tað er bert "Best Picture" (heiðurslønin fyri besta film), at fleiri enn fimm eru tilnevnd. Filmarnir eru: Ford V Ferrari, The Irishman, Jojo Rabbit, Joker, Little Woman, Marriage Story, 1917, Once Upon A Time...In Hollywood og Parasite.  Joker er tilnevndir til 11 ymiskar heiðrar - næstan helmingin og flest av øllum.

Til besta mannliga sjónleikara í einum stuðlandi leikluti eru fimm sera royndir sjónleikarar valdir. Brad Pitt er tann yngsti av teimum. Tað eru eisini stór nøvn, ið eru í uppskoti til besta mannliga sjónleikara í einum høvuðsleikluti.  Hjá kvinnum er miðaraldurin ikki eins, men talan er sanniliga um etableraðar kvinnur á stóra skerminum.

Eins og fjør verður eingin vertur til Oscars. Í fjør var fyrstu ferð í 30 ár, at eingin vertur var, og hetta helt Academy og Motion Picture Arts and Science, ið stendur fyri handanini, var væleydnað 

Eins og aðrar slíkar virðislønahandanir hava Oscars verið fyri atfinningum fyri at hava ov lítið fjølbroytni og ymiskleika í tilnevningum - at tað millum annað eru ov fá litt, ið eru tilnevnd, og eingin kvinna er tilnevnd innan millum annað bólkar sum leikstjórnan.  

Tað er amerikanska ABC, ið sendur Oscars. Í fjør vóru beint undir 30 milliónir hyggjarar - tað mesta í nógv ár. Tað tekur upp ímóti fýra tímum at handa allar heiðurslønirnar. T






 






placeholder
placeholder