Innanlands

Ósemja førir til at stjórin í Umhvørvisstovuni fer frá

Petur Nielsen og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum, hava gjørt av at steðga samstarvinum

2019-06-28 15:02 Author image
Ari av Rana
placeholder

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum og Petur Nielsen, stjóri á Umhvørvisstovuni, eru blivin samd um at steðga samstarvinum frá í dag av at rokna. Orsøkin er at partarnir eru ósamdir um seinastu bygnaðartillagingarnar á Umhvørvisstovuni. Stjórin gevst sostatt í starvinum beinanvegin.

Til nýggjur stjóri verður settur fyri Umhvørvisstovuna tekur Ari Johanneson á deildini Orka við sum virkandi stjóri á Umhvørvisstovuni, boðar heilsu- og innlendismálaráðið frá.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder