- Tað verður nógv sagt í einum valstríði; serliga av nýggjum valevnum. Fólkaflokkurin fer íhvussu er ikki at rulla tað aftur.
Hetta staðfestir Jørgen Niclasen, eftir at eitt av nýggju valevnunum hjá flokkinum í beinleiðis sjónvarpi í gjár fanst at avgerðini hjá táverandi fíggjarmálaráðaranum - sum nú er á sama lista - um at forskatta pensjónirnar.
- Sat eg har tá, hevði tað ikki komið ígjøgnum: Forskattingin skuldi ongantíð verið komin, segði Fróði Magnussen í sendingini "Tinggáttin" hjá Kringvarpinum.
Lurta eftir tí og innslagið her
![]()
Fróði Magnussen róði frammundir "feilinum við forskattingini", tá hann og Ben Arabo vitjaðu FM1 í gjár (Mynd: Sverri Egholm)
Fólkaflokkurin hevði helst framt tað skjótari - høvdu tit eingongd farið í gongd?
Hetta var eftir atfinningar frá Akseli V. Johannesen, formanni í Javnaðarflokkinum.
Jørgen Niclasen bítur tó ikki á, staðfestir hann bersøgin í Kringvarpinum í dag.
- Tað var ikki ein feilur. Um forskattingin ikki kom, hevði tað merkt, at man skuldi rinda uppaftur meira enn áður...og var forskattingin av pensjónum ikki, lá eldraøkið í sori.
Hoyr innslagið við fólkafloksvalevni og fyrrverandi landsstýrismannin í fíggjarmálum her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald