Innanlands

Ótangar framdu herverk á bát

Løgreglan hevur fingið fráboðan um herverk á ein bát sum stendur á landi í Suðuroynni. Tað vísir seg at vera fleiri unglingar, sum hava framt herverkið

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-12-10 10:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinnapartin í gjár varð herverk fráboðað í bygd í sunnaru helvt av Suðuroynni. Herverk var framt á ein stuttaleikabát sum varð drigin upp.

Løgreglan veit frá fólki á staðnum, at talan er um fleiri unglingar sum hava. verið umborð og brotið inn.

Ótangar hava brotið ymiskt umborð, og málið verður nú kannað nærri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder