Innanlands

Ótespiligur listi aftur í umferð á Glasi

Nakrir næmingar eru frátiknir undirvísing, nú "straffbarlistin" aftur er í umferð

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-09-12 13:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sonevndi "straffbarlistin" hevur aftur í ár elvt til trupulleikar á miðnámsskúlanum Glasi. Á listanum verður mett um, hvørjur flokkar, næmingar, lærlingar og starvsfólk við navni eru "lekkrast".

Ofta eru viðmerkingarnar so mikið grovar og persónligar, at talan er um happing.

- Vit kunnu staðfesta, at happing er á Glasi. Og tað kann hava stórar avleiðingar fyri tann einstaka, og fyri trivnaðin sum heild, sigur rektarin á Glasi, Una Joensen, við útvarpið.

Fyri nakrar næmingar hevur leikluturin í at gera "straffbarlistanum" fingið tær avleiðingar, at undirvísingin er frátikin.

- Vit hava havt eitt prát við næmingar, sum vit vita á onkran hátt hava havt ein leiklut í hesum listunum. Fyri nakrar næmingar hava vit valt at taka rættin til undirvísing burtur í tveir dagar, og fyri summi hálvan triðja dag, sigur rektarin.

Hon vil ikki inn á, hvussu nógv eru frátikin undirvísing, men talan er ikki um 40 næmingar, sum er eitt tal, sum hevur verið frammi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder