- Tá ið Smyril kom aftur úr dokkini í Danmark, og tolling fór fram mánadagin 13. oktober, var tað í fleiri førum ikki samsvar ímillum uppgivna vøru á tolllistanum og umborð.
Hetta staðfestir Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni í skrivi til miðlarnar fyrrapartin.
Serliga søgan um tíðina hjá Smyrli í dokk hevur fingið eitt nýtt kapittul. Tí eitt eru avlýsingar, hekkuportur og annað hjá Galaxy. Har er seinastu leikirnir ikki framdur enn.
Les eisini: Málið um hekkuportrið á Galaxy skal kannast gjølla
Nú er tollur, og sum Frihedsbrevet kallar tað, smugling við Smyrli eisini á breddanum.
Miðilin fortelur í dag søguna um, at stjórin og 13 onnur starvsfólk noyddust at rinda samanlagt 102.942 krónur í sekt og avgjøldum til Taks, sum vitjaði á Smyrli, tá skipið legði at aftur á Krambantanga mánakvøldið 13. oktober.
Frihedsbrevet skrivar, at TAKS hevði mint skiparan, sum sigldi Smyril heim, á, at øll umborð skuldu senda eitt yvirlit yvir alla tollskylduga vøru á skipinum. Hetta varð eisini gjørt - av øllum 30 umborð.
Men tá skipið legði at, og tollararnir kannaðu skipið, funnu teir nógva ófráboða vøru. Trekt var at fáa fólk at gera vart við seg til ymiskar vørur, og eftir eitt eftirlit, sum vardi nakrar tímar, vóru bøtur givnar fyri beint yvir 100.000 krónur "fyri at vera tikin við ótollaðari vøru".
Stjórin ber í bøtuflaka - fekk sjálvur bót
- Tollavgreiðsla av Smyril má ikki upp á nakran máta koma fyri aftur upp á hendan mátan. Gongd er tí sett á at gera greiða innanhýsis vegleiðing um, hvussu farast skal fram næstu ferð, ið Smyril skal í dokk uttanlands. Og sum ikki skal vera til at misskilja hjá skipara og manning.
- Tað er einki at taka seg aftur í, at hetta var ikki ein góður endi á eini annars ómetaliga væl útførdari 20 ára klassing og dokking av Smyrli
Hetta staðfestir Niels Juel Arge í skrivi til miðlarnar í dag. Stjórin á Stranferðsluni var ikki sjálvur umborð, men hevði verið í Danmark í sambandi við, at dokkingin skulu gerast liðugt so skjótt sum gjørligt.
Hann hevði tó sjálvur IKEA-vørur fyri 7.579,20 krónur umborð á Smyrli. Heldur ikki her var alt farið rætt fram, og hetta fekk stjórin bót fyri. Tað varð rindað beinanvegin, staðfestir hann.
Niels Juel Arge skrivar, at hann sjálvur ikki var inn yvir tollingina av skipinum, og hevði ikki nakra vitan um vøru hjá manningini, og hvussu hetta bleiv tollað. Hetta er fyrstu ferð, at stjórin á Strandferðsluni hevur verið við til dokking hjá Smyrli - hann kundi so fegnast um, at tollarnir ikki funnu rúsevni umborð, er staðfestingin í skrivinum.
Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið, sum varðar av Strandferðsluni, fekk beinanvegin fráboðan um málið.
Les alla frágreiðingina hjá Niels Juel Arge her
- Ein risa trupulleiki
Frihedsbrevet hevur tosað við landsstýrismannin í samferðslumálum.
Jóhan Christiansen hevur úr at gera við málum, ið snúgva seg um Suðuroyarleiðina - hetta skal eisini takast í stórum álvara:
- Hetta er ein risa trupulleiki, og vit góðtaka tað ikki undir nøkrum umstøðum.
Landsstýrismaðurin váttar, at Strandferðslan hevur fingið álagt at koma við frágreiðingum í málinum, umframt at innlit skal veitast.
- Málið koyrir. Fyrst og fremst vilja vit fáa greiðu á øllum lutum av hesum málinum. Men lat meg undirstrika, at hetta er á ongan hátt akseptabult, at mann brúkar eitt føroyskt skip hjá landinum til at innflyta okkurt, sum mann so ikki gevur upp í tolli. Tað gongur slett ikki, sigur landsstýrismaðurin við Frihedsbrevet.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald