![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Ein køvandi ótryggleiki hevur plantað seg í føroyska ítróttaheimin eftir at tíðindini bórust um, at stuðulin til ítróttasambondini undir ÍSF nú minkar 11 prosent.
Tað skrivar Ítróttasamband Føroya í einum almennum skrivi, har avleiðingarnar av minkandi stuðlinum verður lýstur.
Ítróttasamband Føroya hevur víst á, at neyðugt er við eini hækkandi játtan, um stuðulin skal haldast á sama støði nú pengarnir frá eini størri tilluting frá ítróttavedding eru uppbrúktir.
Sersambondini óttast eisini fyri, at komandi ár harumframt verður fíggjarliga tungt, tí ein avleiðing av korona-kreppuni verður, at tað verður truplari at fáa pening frá privatum sponsorum. Tískil kann hugsast, at samlaði stuðulin til einstøku ítróttagreinarnar minkar meira enn tey 11 prosentini, sum er avleiðingini, um almenna játtanin ikki hækkar, skrivar ÍSF.
Alt skrivið kann lesast á lesarin.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald