Innanlands

Í tunlum: Ov nógv ferð og uppsteðgaður lastbilur

Tveir bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra nakað yvir 100 km/t í Hvannasundstunlinum - ein lastbilur steðgaði upp mitt í Eysturoyartunlinum

Savnsmynd: Ólavur Frederiksen

Savnsmynd: Ólavur Frederiksen

2025-09-17 08:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Løgreglan hevði nøkur mál í tunlum í gjár, týsdagin 16. september.

Fyrst var komið fram á ein bil, sum stóð stillur í einum steðgiplássi í Norðskálatunlinu. Tað hevði hann gjørt í eina tíð, og løgreglan fekk fatur á eigaranum, sum kom at flyta bilin seinni.

Í Eysturoyartunnlinum hendi tað, at ein lastbilur brádliga stóð stillur. Hetta var mitt í undirsjóvartunnlinum - millum Hvítanes og rundkoyringina. Lastbilurin var á veg úr Havnini men fekk brádliga trupulleikar.

Vaktleiðarin skrivar, at fólk komu á staðið at hjálpa, og at løgreglufólk leiddu ferðsluna  í eina løtu. Hetta hendi umleið klokkan 16.30, so tað var beint eftir "ringastu ferðsluna".

Tað vóru eisini persónsbilar, sum koyrdu heldur skjótt í tunnli í gjár. Ferðslupatruljan gjørdi kanningar í Hvannasundstunlinum. Har vórðu tveir bilar steðgaðir fyri ferð, og fáa bilførararnir klipp og bót: Annar koyrdi 105 km/t og hin 112 km/t.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder