2024-11-06 10:34
Trý mál vóru fyri ferð í gjár, týsdagin.
Ein bilførari varð tikin fyri at koyra 118 km/t á "Fuglafjarðavegnum". Fyri hetta fær viðkomandi bót og treytaða frádøming.
Revsingin fyri at koyra 102 km/t tætt við Kaldbakstunnilin er ikki eins stór: Hesin bilførarin fekk klipp og bót.
Tann, sum koyrdi 96 km/t, á sama staði fær bót, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Sí eisini: Stórt grót á vegnum við Hvalbiartunnilin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald