Ymiskt hevur ligið á landsvegnum og órógvað seinasta samdøgrið, boðar vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn frá.
Seinnapartin í gjár varð olja funnin á vegnum tætt við Norðskálatunnilin. Hetta varð fráboðað og kannað - tað er ikki greitt, hvar oljan kom frá.
Tað var ikki so stór mongd, og var oljan harvið ikki veruliga til ampa fyri bilførarar.
Øðrvísi var við Hvalbiartunnilin, har ein bilur rendi á grót. Bilurin fekk rímiliga stóran skaða, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini. Eingin fólkaskaði var Landsverk kom á staðið fyri at rudda vegin.
Stóra grótið kom av einum lastbili. Førarin á lastbilinum fær bót og treytaða frádøming av koyrikortinum vegna tilburðin.
Mánakvøldið var esini grót á vegnum í Eysturoyartunnlinum, ið ein lastbilur hevði mist.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald