Innanlands

Ov nógvur vindur at taka havhest fyrrapartin

Í Hvannasundi bíða teir eftir betri líkindum

Savnsmynd (Mynd: Hjalmar Zachariassen)

Savnsmynd (Mynd: Hjalmar Zachariassen)

2018-08-29 10:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í morgun er ov nógvur vindur at taka havhest. Tað segði Allan Simonsen úr Hvannasundi við Góðan morgun Føroyar fyrr í morgun.

Tað skal ikki so nógv til, tí tað eru bara smábátar sum taka havhest. Men kanska aftaná døgurða verða betri líkindi.

Annars hevur gingið hampiligt hjá hvannasundsmonnum. Allan Simonsen greiddi frá, at teir hava verið tríggjar túrar higartil í ár. Leygardagin fingu teir nakrar 70 nátar, og fyrradagin og í gjár fingu teir góðar 200 upp á dagin.

Hann sigur, at havhesturin er væl fyri í ár, kanska ikki so stórur, men øgiliga feitur.

Vanliga taka teir norður úr Viðoynni og eystur úr Fugloynni, greiddi Allan Simonsen frá í Góðan Morgun Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder