Uttanlands

Óvæntað nýggj hoyring um Trump og álopið á Kongressina

Sætta hoyringin í amerikonsku  Kongressini, sum varð ásett til miðjan juli, verður nú framskundað til í dag kl. 18  føroyska tíð.

Sætta hoyringin í dag fer at varpa ljós á upptøkur úr Hvítu Húsunum, tá Trump familjan varð savnað undan álopinum á Kongressina.

Sætta hoyringin í dag fer at varpa ljós á upptøkur úr Hvítu Húsunum, tá Trump familjan varð savnað undan álopinum á Kongressina.

2022-06-28 14:38 Author image
Jan Müller
placeholder

Higartil hava verið fimm hoyringar um álopið á Kongressina og leiklutin hjá táverandi forsetanum Donald Trump. Hesar hava havt til endamál at kunna amerikanska fólkið um, hvat veruliga hendi tann 6. januar 2021, tá Trump viðhaldsfólk framdu álop á Kongressina við tí fyri eygað at fáa steðgað góðkenningina av valúrslitinum. Hóast hoyringarnar í ávísan mun hava verið endurtøka av summum av tí, sum hevur verið frammi longu, so hava nýggj vitni og nýggjar ljóð og myndaupptøkur verið við til at varpa nýtt ljós á málið.

Tað er enn ógreitt, hví kanningarnevndin hevur tikið avgerðina at skunda undir hoyringarnar, men tað skilst, at ymiskt nýtt er komið fram, sum nevndin ynskir at leggja fram longu nú. Nevndin sigur í einum úttalilsi um, hví hon fer undir hoyringina longu í dag, byggir á:  "present recently obtained evidence and receive witness testimony." Tvs. tilfar hon nýliga hevur fingið fatur á og vitnir, sum vilja møta.

[object Object]

Higartil hava verið fimm hoyringar um álopið á Kongressina og leiklutin hjá táverandi foresetanum Donald Trump. Í teimum fyrstu fimm hoyringunum kom fram, at Donald Trump visti, at hann hevði tapt valið, men legði kortini trýst á varaforsetan Mike Pence, embætismenn í Hvitu Húsunum, løgmálaráðnum og í einstøku statunum at tryggja, at hann kundi halda fram sum forseti.

Kanningarnevndin upplýsir í dag, at filmsupptøkur av Trump familjuni í Hvítu Húsunum undir álopinum á Kongressina, sum ongantíð hava verið vístar áður, verða vístar í einum dokumentarfilmi í trimum pørtum á Discovery+ rásini í summar. Tað er filmsmaðurin  Alex Holder, sum hevur gjørt upptøkurnar til røðina nevnd "Unprecedented". Hon snýr seg um valið í 2020 og um hendingarnar rundan um 6.  januar 2021. Her eru tað serliga upptøkur í Hvítu Húsunum av Trump familjuni, sum eftir øllum at døma eru at meta sum spildurnýggj prógv í málinum um álopið á Kongressina.

Uttan mun til hvørji prógv Kanningarnevndin enn leggur fram um leiklutin hjá Trump í royndunum at fremja statskvett, so hevur nevndin ikki møguleika at ákæra hann fyri lógarbrot. Tað kann einans løgmálaráðharrin Gerrick Garland gera. Og hetta er tað flestu eygu eru vend ímóti í løtuni. Kann Garland brúka nakað av tí, sum er komið fram undir hoyringunum til at ákæra Trump fyri lógarbrot, er spurningurin, sum flest allir amerikanskir miðlar seta í kjalarvørrinum á hoyringunum.

[object Object]

Høvuðssøgan á CNN í morgun um, at løgmálaráðharrin Gerrick Garland hevur givið FBI boð um at rannsaka húsini hjá næsta ráðgevanum hjá Donald Trump, John Eastman og taka hansara telefon til kanningar. Tað vilja fleiri meta er eitt tekin um, at løgmálaráðið nú av ávara er farið at kanna málið við Trump og álopinum á Kongressina sum møguligt brotsverk. Á myndini John Eastman vinstrumegin, tá hann saman við Trump eggjaði amerikanarum at fara til Kongressina og steðga góðkenningini av valúrslitinum. Við lið hansara enn ein av næstu monnum Trumps, Guiliani, advokatur. 

Tí kom tað eisini sum ein “bumba”, tá miðlarnir í gjár kundu siga frá, at fólk frá FBI rannsakaðu húsini hjá einum av næstu monnunum hjá Trump, John Eastman, advokati og persóninum, sum varð við til at skriva og fyrireika kvettroyndina hjá Trump. Við sær tóku FBI fólkini telefonina hjá Eastman. Hetta verður nú tulkað sum at løgmálaráðið ítøkiliga er farið undir at kanna leiklutin hjá Trump í sambandi við álopið á Kongressina. Enn ein rannsakan varð gjørd í heiminum hjá Jeffrei Clarke, sum Trump ætlaði at seta sum løgmálaráðharra eftir, at Bill Barr segði seg úr starvinum, tí hann metti pástandirnir hjá Trump um svik og stolið var vóru fullkomiliga burturvið.

At løgmálaráðið nú hevur fingið loyvi at rannsaka telefon og heimið hjá tveimum av næstu monnum Trumps verður mett at vera ein vend í málinum, tí har hevur higartil valdað tøgn. Eftir øllum at døma kunnu sambond knýtast millum teir báðar Eastman og Clarke, sum arbeiddi í løgmálaráðnum, og tí hevur løgmálaráðið fingið grønt ljós til at kanna teir. Søgan um leiklutin hjá Clarke kom annars fram undir hoyringunum, har hesin sum umboð fyri løgmálaráðið  hevði skrivað bræv fyri Trump, sum hann ætlaði at senda valeftirlitsfólkunum í Georgia og fáa tey at taka seg aftur og seta nýggj ístaðin, tí alt varð ikki farið rætt fram.  Um hetta varð eydnast kundi alt verið øðrvísi í dag. 

Garland varð valdur til løgmálaráðharra av Biden, men gjørdi greitt eftir valið, at hann fór ikki at reka politikk í ráðnum. Og síðani hevur hann ikki viljað úttalað seg alment um Trump og kvettroyndina. Hildið hevur verið, at hann kortini hevur valt at kanna málið út í æsir uttan at kunna almenningin um hetta. Seinastu tíðindini um FBI og John Eastman eru møguliga fyrsta dømið um hetta.

Hvør er so hesin Garland. Hann varð skotin upp til Hægstarættardómara av Barack Obama, men settu republikanarar í Kongressini fót  fyri hesum, tí teir mettu ikki tað var rætt at velja ein dómara til Hægstarætt so tætt við eitt forsetaval. Hóast hetta hildu somu republikanarar tað einki løgið vera í at velja fleiri konservativar dómarar til sama Hægstarætt beint undan seinasta vali.

[object Object]

Tað eru tey, sum halda, at Garland, nú konservativu dómararnir, sum Trump og republikanski flokkurin fingu valt  í Hægstarætt og  hava bannað fosturtøku, kann hava orsøk til at taka málið um Trump og kvettroyndina í størri álvara. Hinvegin hevur Trump sjálvur víst aftur øllum ákærum og vitnishoyringum í Kanningarnevndini sum mannajagstran.

Tað er enn ógreitt, um hoyringarnar í Kongressini fara at hava ávirkan á komandi miðvalini í USA, men okkurt bendir á, at Trump er við at missa fótafestið í republikanska flokkinum, tó at hann framvegis hevur ta størstu fjøldina av republikarum aftanfyri seg. Kortini vísir nýggj veljarakanning í New Hampshire, at guvernørurin í Florida. DeSantes liggur nøkur prosentstig frammanfyri Trump, um forsetaval varð nú. Flestu eygleiðarar halda, at Trump bara við at tosa um fortíðina er komin í defensivin í mun til yngri republikanarar, sum vilja hyggja frameftir og helst gloyma Trump-fortíðina.

Bretski miðilin The Guardian hevur gjørt nógv burtur úr hoyringunum og leinkjan niðanfyri er til greining hjá teirra USA journalisti.


https://www.theguardian.com/us-news/2022/jun/23/trump-january-6-hearings-allies-fallout?CMP=share_btn_link

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder