
Góða ólavsøkuveðrið hevur havt góða ávirkan á veitsudámin í høvuðsstaðnum í gjárkvøldið og í nátt.
Men tað hevur eisini gjørt, at løgreglan hevur havt úr at gera.
- Tí betur hava vit verið væl mannað hesa ólavsøkuna, og tað er eydnast okkum at dempa ósemjurnar, sum hava verið, áðrenn tær gjørdist til løgreglumál. Men telefonin hevur ringt allatíðina, líka til klokkan hálvgun níggju í morgun. Eg havi als ikki tal á hvussu nógvar uppringingar, vit hava fingið.
Soleiðis sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini, tá tekur saman um, hvat hent er hetta seinasta samdøgrið.
- Vit hava borið nógv full fólk, reist nógv uppaftur og koyrt nógv til hús. Og eg má enn einaferð staðfesta, at tað er eitt ómetaliga stórt og gott arbeiði, sum samarittarnir geva við at taka sær av fólkum, sum eru illa fyri, sigur vaktleiðarin.
Eisini hava verið nógvar uppringingar til løgregluna, mest um órógvandi tónleik, og um ólógliga parkeraðar bilar.
Parkeringin var nógva staðni so ófantalig, at vaktleiðarin hevði hug til at samanbera tað við ein dur tá barnaføðingardagur er.
- Telefonnetið var eisini órógvað av nógvu fólkunum í býnum, og tað hevur eisini gjørt sítt til, at tað ikki er eydnast okkum at fáa fatur í øllum bilaeigarunum, sum hava parkerað soleiðis, at hvørki sjúkra- ella sløkkiliðsbilar sluppu framvið.
- Vit hava verið noydd til at raðfesta, og tí eru tað ikki so nógvar bøtur, sum vórðu skrivaðar í gjár, sigur vaktleiðarin, og leggur afturat:
- Til alla lukku var ongin eldibrandur fráboðaður í nátt. Um sløkkiliðsbilarnir høvdu skulað út í nátt, høvdu teir havt stórar trupulleikar at komið fram,sigur vakthavandi.
Burtursæð frá hesum hevur tað gingið friðarliga fyri seg. Løgreglan arbeiðir við tveimum málum, sum kanska enda sum harðskapsmál. Vaktleiðarin fær ikki sagt meira um hesi mál enn, men løgreglan arbeiðir víðari við teimum fyri at finna útav, um tey enda við eini bót, ella eini ákæru um harðskap.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald