Seinastu tíðina hava verið óvanliga nógvir tilburðir av giardia hjá hundum og kettum í Føroyum, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan.
Giardia er ein lítil, einkyknaður sníkur, sum finst í gørnum hjá menniskjum og djórum og kann elva til leyst lív. Sníkurin er vanligur í øllum heiminum og er eisini at finna í Føroyum. Har finnast fleiri sløg av giardia, og tey sløgini, sum eru hjá hundi og kettu, kunnu smitta fólk, tó at tað er heldur sjáldsamt.
– Fyri at tálma smittu við giardia millum hundar og kettur, vilja vit minna á týdningin av at hava umsjón við sínum djórum, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan.
– So vítt gjørligt eigur at verða ansað eftir, at djórini ikki koma at skarni frá øðrum djórum, serliga í økjum, har útiløgukattur er. Harafturat er umráðandi at taka upp og burturbeina skarn eftir hundum og um møguligt, eisini kettum. Um hundurin ella kettan hevur leyst lív í fleiri dagar, verður rátt til at fara til djóralækna við djórinum, soleiðis at tað verður kannað og um neyðugt, sett í viðgerð. Sjúk djór skulu ikki koma í samband við onnur djór.
Sum áður nevnt kann sjúkan smitta fólk, og verður tí eisini mint á týdningin av reinføri, tá fólk fáast við djór.
– Ein góður vani er ikki at lata hundar ella onnur djór sleikja andlit og hendur, og altíð at vaska sær um hendurnar eftir samband við djór.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald