Uttanlands

Óvanliga vátt í Kalifornia

Los Angeles er raktur av einum veðurfyribrigdi, kallað ein “atmosferisk á”

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-02-06 08:21 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Minst trý fólk eru deyð í amerikanska statinum Kalifornia, har tað regnaði so illa í gjár, at avfallið svaraði til tað, sum staturin plagar at fáa í fleiri mánaðir.

Yvir 25 sentimetrar av regni vóru máldir í 24 tímar í økinum Los Angeles County, og regnið heldur fram.

Í Hollywood Hills var ein skriða sum oyðilegði fleiri hús og bilar, skrivar Ritzau.

Og í vælbjargaða býarpartinum, Beverly Glen, loysnaði eitt jús av grundini orsakað av skriðulopi, og innbúgvið, harímillum eitt klaver, endaði á gøtuni.

Sløkkiliðið í Los Angeles hevur skrásett hópin av vatnskaðum.

Orsøkin er eitt serligt veðurfyribrigdi har óvanliga nógv vatn verður streymar yvir statin uttan úr Kyrrahavi. Fyribrigdið kallast ein “atmosferisk á”, og sagt verður, at regnið fer at halda áfram í nakrar dagar.

Guvernørurin í Kalifornia, Gavin Newsom, hevur lýst undantaksstøðu í stórum pørtum av sunnara Kalifornia.

- Hetta er ein álvarsligur stormur, og vandi er fyri lívshættisligum avleiðingum, sigur hann.

- Tað er av alstórum týdningi at finna sær eitt trygt stað at vera. Ongin eigur at fara heimanífrá uttan at tað er alneyðugt, leggur hann afturat. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder