2019-04-11 14:27
Í morgun varnaðust fólk, at okkurt serligt var í gongd á fjørðinum. Bátar sleipaðu rør úteftir fjørðinum, yvir móti virkinum hjá Varðanum Pelagic.
Tvøroyrar kommuna skrivar á Facebook, at á havnaskrivstovuni hava teir fingið fleiri fyrispurningar um, hvat hetta er. Tað stutta svarið er, at talan er um rør, ið skulu brúkast til sjógvinntakið hjá Varðanum. Tá sett er fast, verða rørini søkt niður á havsbotn.
Arbeiðið er framvegis í gongd, men verður væntandi skjótt liðugt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald