Nýggja graslíkið á Ovara Vølli í Gundadali er nú klárt at taka í nýtslu, boðar Tórshavnar kommuna frá.
9. juli 2020 byrjaði arbeiðið við at endurnýggja graslíkið og stoytdoyvingarlagið við ovara vøll í Gundadali, umframt fyrireikingar til eina komandi sprinklaraskipan. Í summar hava ein røð av veitarum, undirveitarum og eindum arbeitt dúgliga við verkætlanini, umframt at aðrar ábøtur eisini eru gjørdar í Gundadali.
Í gjár var avhending av vøllinum og Ítróttaanlegg riggar ymiskt til næstu dagarnar, áðrenn vøllurin væntandi í komandi viku verður skoðaður av FSF við atliti til góðkenning til dystir í fremstu deildunum. Í september verður vøllurin eisini skoðaður í sambandi við UEFA krøv í sambandi við evropeiskar klubbdystir.
Seinnapartin í dag, klokkan 16.30, verður stutt almenn samkoma í Gundadali, har Annika Olsen, borgarstjóri, kemur at bera fram eina heilsu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald