
Tórshavnar kommun: 15. – 17 august er aftur Ovastevna í Nólsoy. Skráin er rúgvismikil við tiltøkum fyri bæði børn og vaksin.
Stevnan verður alment sett leygardagin klokkan 14. Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, setir stevnuna. Tó eru tiltøk longu fríggjadagin 15. august.
Ovastevnu Quiz við Karlot
Fríggjakvøldið er Ovastevnu-quiz á skránni! Karlot Hergeirsson hevur spurnakapping í tjaldinum á keiini. Tað verða 3 umfør á 10 spurningar. Bólkarnir kunnu hava í mesta lagi 6 fólk. Quiz'in er, sum alt annað á ovastevnu, púra ókeypis. Ternan siglir aftaná quiz'ina úr Nólsoy kl 23:25.
Morgundypp á Malarenda
Leygarmorgun er møguleiki at dyppa. Á Malarenda ber til hjá børnum og vaksnum at vassa, svimja, skvatla og stuttleika sær. Møguleiki er at skifta í einum neysti beint við. Morgundypparar úr Nólsoy bjóða dyppi-temunn og kaffi.
Felagssangur við fylgispæli
Leygarkvøldið kl. 22 er hugnaligur felagssangur á keiini. Sangheftið fæst á keiini áðrenn sangløtuna og á kor.fo.
Í sambandi við Ovastevnuna siglir Ternan heldur øðrvísi. til ber at síggja meira á ssl.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald