Innanlands

Ovi prædikar á ólavsøku

Tað er tann elsti av teimum yngru prestunum í embæti í føroysku fólkakirkjuni, ið prædikar á ólavsøku, og ikki færri enn níggju prestar standa í bíðirøðini, so miðalaldurin í prestastættini ber boð um fólk í góðum árum, sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur

Mynd: Performance Photography/folkakirkjan.fo)

Mynd: Performance Photography/folkakirkjan.fo)

2023-06-16 08:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ólavsøkudag verður Løgtingið sett, og ein nýggj tingseta byrjar. Tingfólk, landsstýrisfólk og embætisfólk ganga saman við prestunum skrúðgongu úr Løgtingshúsinum oman í Havnar kirkju. Eftir gudstænastuna verður gingið niðan á Tinghúsvøllin, har kórsangur setur dám á løtuna.

Í ár verður tað Ovi Brim, sum stendur á odda fyri gudstænastuni.

Tað er tann elsti av teimum yngru prestunum í embæti í føroysku fólkakirkjuni, ið prædikar á ólavsøku, og ikki færri enn níggju prestar standa í bíðirøðini, so miðalaldurin í prestastættini ber boð um fólk í góðum árum, skrivar Jógvan Fríðriksson, biskupur á heimasíðuna hjá Fólkakirkjuni.

Ovi varð prestvígdur í 2015, tá ið hann eisini tók við kallinum sum sóknarprestur í Nes prestagjaldi, ið nemur Fríðrikskirkjuna og Gøtu kirkju. Undan hesum var hann leiðari á Sosialu eindini hjá Bláa krossi Føroya.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder