Tað er fallið formanninum fyri Sev-stýrið fyri bróstið, at Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í útvarpssamrøðu í gjár vardi ætlanina at einskilja partar av Sev við at sáa iva um handfaringina hjá kommunala felagsskapinum.
Í almennum brævi, kunngjørt á heimasíðu Sev’s í gjár, harmast John Zachariassen, nevndarformaður, um útsøgnirnar hjá løgmanni, har Bárður á Steig Nielsen sambært nevndarformanninum ”... alment sáar iva um handfaring og reiðiligheit hjá SEV, í eini roynd at rættvísgera eina skundaða sundurskiljing av SEV”.
Skrivið hjá John Zachariassen kann lesast her: Óvirðilig og ósaklig framferð av løgmanni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald