Fongslaði russiski andstøðingurin Aleksej Navalnyj er fluttur frá fongslinum, hann hevur sitið seinastu tíðina, til eitt ókent stað.
Tað upplýsti umboðsmaður hansara, Leonid Volkov, í gjár.
- Hvar Aleksej er fluttur vita vit ikki í løtuni, segði Volkov í gjár á appini Telegram.
Sambært talsfólkinum hjá Navalnyj, Kira Jarmysh, hevur tað týdning at finna út av hvar hann er sum skjótast.
Á einum uppslagi á Twitter skrivaði Jarmysh, at “trupulleikin er ikki bara, at hátrygdarfongslið hann nú situr í, er meira ræðandi. So leingi umheimurin ikki veit hvar hann er, stendur hann einsamallur móti teirri skipanini, ið royndi at drepa hann”.
Jarmysh skrivar víðari, at hvørki advokatarnir hjá Navalnyj ella onnur fingu nakra fráboðan um flytingina.
- Tað gingu søgur um, at hann skuldi flytast til revsileguna IK-6 í Melechovo, men tað er ómøguligt at vita, nær ella um hann er komin hagar.
Í Russlandi kann tað taka fleiri dagar, enntá eisini vikur, at flyta fangar. IK-6 revsilegan í Melechovo er gitin fyri at brúka pínsling.
Navalnyj er dømdur at sita hálvt triðja ár í fongsli, og hevur sitið í eini revsilegu umleið 100 kilometrar eystan fyri Moskva.
Revsingin byggir á ákærur um, at hann skal hava brotið treytirnar fyri eina leyslating í sambandi við eina eldri ákæru um svik. Í mars varð fongslingin longd til níggju ár eftir nýggjar ákærur um svik og fyri at hava vanærað dómstólarnar.
Navalnyj noktar seg sekan í øllum ákærunum og hevur sagt, at talan er um politiska revsing.
Í sambandi við nýggja dómin, boðaði dómstólurin frá, at Navalnyj skuldi flytast til eina revilegu við hægri trygd, men segði ikki hvørja, skryvar finska kringvarpið, YLE við Reuters og AFP sum keldur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald