Innanlands

Óvist um Old førir avgerðina hjá løgmanni út í verk

Støðan í samgonguni er ógreið

Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-09-21 21:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Sjálvandi virði eg løgmann og hansara avgerðarrætt, men um eg fari at føra avgerðina út í verk, er ein heilt onnur síða av málinum.

Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, við útvarpið, eftir at løgmaður í gjár skar í gjøgnum, og tók avgerð um, at Dalstunnilin skal gerast áðrenn Fámjinstunnilin.

Henrik Old hevur annars sagt, at Fámjinstunnilin skuldi gerast fyrst, og at arbeiðið kundi byrja fyrsta dagin.

Landsverk var so smátt byrjað við fyrireikingum til Fámjinstunnilin, og tað er landsstýrismaðurin - ikki løgmaður - sum skal geva boðini um heldur at fara í gongd við Dalstunnilin.

Ikki áhugavert hvør er landsstýrismaður
Tá Kringvarpið spyr um hann er sinnaður at satsa sín landsstýrisess uppá Fámjinstunnilin svarar hann, at hvør er landsstýrismaður er slett ikki áhugavert.

Landsstýrisfundur verður mánamorgunin klokkan 9, og málið um tunlarnar verður heilt víst eitt evni tá.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder