Spurningurin um ein,sum hevur verið smittaður við koronavirusinum, kann fáa smittuna aftur, hevur verið frammi nógv seinastu tíðina.
Hetta kann vera sera gott í tann mun, at um smittan er leingi í samfelagnum, ella ein onnur bylgja við koronaviusi kemur, ið ótti er fyri serliga í Kina, veit man við vissu, at ávís ikki kunnu fáa hana aftur.
Tá spanska sjúkan herjaði fyri beint yvir 100 árum síðani, gjørdust tey ið høvdu verið sjúk í fyrstu syftu sera týðandi í herviligu aðru bylgjuni, tí tey fingu hjálpt á ymsan hátt uttan at vera í smittuvanda.
Shahin Gaini, serlækni í infektiónssjúkum, hevur í dag sagt við Kringvarpið, at tað framvegis er óvissa um mótstøðuføri í samband við koronavirus. Orsøkin er, at talan er um eitt virus, ið bert er nakrar fáar mánaðir gamalt.
Shahin Gaini sigur eisini við Kringvarpið, at tað í løtuni er tað mest týdningarmikla at fáa greiði á, um fólk eru smittað ella ikki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald