2019-04-16 22:36
Oyggjadagur verður aftur í ár. Hesin vælumtókti dagurin, har vitjað verður úti í smáu oyggjunum í Tórshavnar kommunu, verður leygardagin 15. juni.
Dagurin hevur verið hildin í seinnu helvt av mai mánað nakrar ferðir. Men fólk í teimum trimum smáu oyggjunum í kommununi vilja fegin hava dagin at verða seinni, tí nógv annað hendir um mánaðarskiftið mai/juni, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.
Fólkini í oyggjunum gleða seg at taka móti teimum vitjandi aftur í ár. Atgongumerki til Oyggjadagin 2019 verða at fáa til keyps hjá Visit Tórshavn í Steinatúni í næstum.
Fólkini í oyggjunum gleða seg at taka móti teimum vitjandi aftur í ár. Atgongumerki til Oyggjadagin 2019 verða at fáa til keyps hjá Visit Tórshavn í Steinatúni í næstum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald