Uttanlands

Pakistan vertur fyri fundi um kríggið í Miðeystri

Uttanríkismálaráðharrar úr Pakistan, Saudiarabia, Turkalandi og Egyptalandi fundast í Islamabad í hesum døgum

Shehbaz Sharif, forsætisráðharri í Pakistan heldur røðu í sjónvarpinum (Mynd: EPA)

Shehbaz Sharif, forsætisráðharri í Pakistan heldur røðu í sjónvarpinum (Mynd: EPA)

2026-03-29 10:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag og í morgin hittast uttanríkismálaráðharrar úr Pakistan, Saudiarabia, Turkalandi og Egyptalandi í pakistanska høvuðsstaðnum Islamabad at umrøða kríggið í Miðeystri.

Ráðharrarnar fara at umrøða eina rúgvu av evnum, m.a. royndirnar at minka um spenningarnar í økinum, sigur pakistanska uttanríkismálaráðið.

Eisini skulu teir hitta pakistanska forsætisráðharran, Shehbaz Sharif, skrivar Ritzau.

Pakistan verður meklari millum Iran og USA, sum hava verið í kríggj í fýra vikur nú, og leygardagin tosaði pakistanski forsætisráðharrin í telefon við iranska forsetan, Masoud Pezeshkian.

Teir báðir tosaðu saman í ein tíma um m.a. royndirnar at fáa ein enda á stríðnum í Miðeystri, og kunnaði Sharif Pezeshkian um diplomatiska sambskiftið við USA og flógvalondini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder