Innanlands

Pál Weihe: Halda stóra veitslu? Útset hana

- Eg hevði umhugsað at útsett tað til ein annan dag, sigur Pál Weihe, lækni

Pál Weihe (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Pál Weihe (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-08-04 19:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Um onkur ætlar sær at halda stóra veitslu komandi dagarnar, so hevði eg umhugsað, at útsett tað til ein annan dag. Tí beint nú haldi eg, tað er so heitt, at tað ikki er rímiligt at savnast til veitslur og gaman, har man av góðum grundum ikki er líka varin sum annars.

Tað segði Pál Weihe, læknafakligur ráðgevi hjá farsóttarnevndini, við Dag og viku í kvøld.

Tveir tilburðir av korona eru staðfestir í Føroyum í dag, og greitt er, at bæði fólkini sum hava smittuna, hava verið á ólavsøku. 60 fólk eru higartil farin í sóttarhald, harav bara átta av teimum í sambandi við russisku trolararnar.

Sambært Pál Weihe mugu vit vera serliga varin komandi dagarnar.

- Vónandi verða ikki so nógvir tilburðir afturat, ella kanska eingin, men vit skulu fyrireika okkum uppá at ein smittuútbreiðing er í gongd. Har kunnu vit hvør sær hjálpa til at bróta smittuketurnar við at taka tilmælini í størri álvara.

Sannlíkindini fyri at virus kann vera okkara millum eru stór, segði Pál Weihe.

Hann mældi til, at fólk spritta sær tá tey fara til handils, og annars halda frástøðu í handlinum og bíðirøðum. Eisini mælir hann til at fólk brúka masku, tá tey savnast í fólkamongdum í bussi ella báti.

Samrøðan sæst í Dag og viku

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder