Lok verður lagt á gøluna í Tjóðveldi, eftir útsagnirnar hjá forkvinnan í tingbólkinum hjá flokkinum, kallaði Páll á Reynatúgvu fyri stóran egoist og psykopat. Hetta varð sagt í einari privatari samrøðu, sum av misgáum varð stroymd út alment á netinum.
Høgni Hoydal segði í gjár, at tað ongar avleiðingar fær fyri forkvinnuna í tingbólkinum, tí hetta er eitt mál sum Páll á Reynatúgvu og Annita á Fríðriksmørk skulu loysa sína millum.
Men fyri Páll á Reynatúgvu er málið liðugt.
- Sjálvandi bleiv eg skakkur at byrja við, hetta eru partafólk hjá mær og tí væntar man í veruleikanum ikki sovorði. Men eg eri eisini nóg drúgvur í politikki til ikki at lata hetta ávirka meg, sigur Páll á Reynatúgvu við útvarpið í kvøld.
- Eg havi góðtikið umberingina, men eg haldi ikki eg hevði verið eitt menniskja um hetta ikki ávirkaði meg eitt lítið sindur, sigur hann.
- Tann persónligi parturin millum meg og Annitu er avgreiddur. Tann politiski er upp til leiðsluna í flokkinum, og eg fari ikki at leggja meg út tað niðurstøðu sum flokkurin kemur til.
Tað er ein leiðslu avgerð, og hana virði eg, sigur Páll á Reynatúgvu, sum eisini er tingformaður, við útvarpið.
Hann ger ikki meira við málið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald