Innanlands

Páll Holm Johannesen í starv hjá Vinnuhúsinum

Hann skal gera greiningar og kanningar

(Mynd: Vinnuhúsið)

(Mynd: Vinnuhúsið)

2023-10-09 17:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Páll Holm Johannesen, sum seinastu 10 árini hevur arbeitt á Løgmansskrivstovuni sum kunningarráðgevi og uttanríkispolitiskur ráðgevi, er settur í starv í Vinnuhúsinum.

Hansara starv fevnir millum annað um at gera greiningar og kanningar av týdningi fyri samfelagið og føroyskt vinnulív.

Eisini skal Páll leiða og luttaka í verkætlanum í Vinnuhúsinum, umframt at ráðgeva og loysa ymiskar uppgávur innan samskifti.

Páll hevur útbúgving sum samfelagsfrøðingur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder