Innanlands

Pallborðsfundur í Havn: Hvussu loftar rættarsamfelagið kvinnum?

“Lyft próvbyrðuna”. Tað er heitið á tiltaki í Auluni í Finsen í Havn mikukvøldið klokkan 19.

Tiltakið verður í Auluni í Finsen (Savnsmynd)

Tiltakið verður í Auluni í Finsen (Savnsmynd)

2025-09-23 09:22 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Pallborðsfundurin "Lyft próvbyrðuna" verður í sambandi við pallsetingina av leikinum Prima Facie, sum á ein sterkan og rørandi hátt varpar ljós á rættarskipanina, og hvussu hon viðger mál um neyðtøku. Hesin leikurin hevur verið vístur í Perluni seinastu tíðina og hevur fingið sera góð skotsmál.

Endamálið við orðaskiftinum mikukvøldið er at flyta kjakið út um leikpallin og inn í føroyska samfelagið, har spurningar um próvbyrðu, trúvirði og rættartrygd eru bæði álvarsamir og lívsneyðugir. Høvuðsevnið er, hvussu rættarsamfelagið Føroyar megnar – ella ikki megnar – at handfara tey menniskju, sum standa mitt í einari lívsskakandi sak.

Vit seta sjóneykuna á ta órættaðu: hvussu verður tikið í móti viðkomandi, hvørji amboð og skipanir standa klár at lofta, og hvør lyftir ta tungu próvbyrðuna í einum máli, har sannroyndir og søgur renna saman?

Við á pallborðsfundinum er eitt breitt úrval av felagsskapum og stovnum, sum hvør í sínum lagi hava innlit og ábyrgd á hesum øki: Javnstøðunevndin, Kvinnuhúsið, Sig Frá-verkætlanin í Ammr, Amnesty, Neyðtøkutilbúgvingin, umboð fyri Det Ferosche Compagnie og Frihedsbrevet.fo.

Tiltakið er ókeypis.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder