Innanlands

Paludan fær fyribils forboð fyri at mótmæla

Københavns Vestegns Politi noktar Rasmus Paludan at mótmæla aftur fyrrenn í morgin

Mynd: Ritzau Scanpix

Mynd: Ritzau Scanpix

2019-04-17 12:31 Author image
Ari av Rana
placeholder

Leiðarin av islam-kritiska flokkinum Stram Kurs, Rasmus Paludan, hevur fingið forboð fyri at mótmæla av Københavns Vestegns Politi fyrrenn í morgin kl. 11 lokala tíð.

Stórur ófriður stóðst sunnudagin eftir at Rasmus Paludan hevði skipað fyri einum mótmælistiltaki. Mótmælið skuldi tá verða í Mjølnerparken, men varð flutt til Blågårds Plads, eftir at ófriður stakk seg upp.

Men ófriður steðgaði ikki tá, og restina av degnum og tað mesta av náttini var ófriður í Keypmannahavn, har løgreglan handtók í fyrstu syftu 23 persónar og sløkkiliðið sløkti fleiri hundratals smærri eldar.

Rasmus Paludan fekk eitt fyribils forboð fyri at mótmæla frá Københavns Vestegns Politi fram til klokkan 15 í dag. Hann hevði tí planlagt eitt mótmæli klokkan 15.01 lokala tíð, men nú hevur løgreglan í Keypmannahavn givið enn eitt fyribils forboð fram til klokkan 11 lokala tíð í morgin.

Københavns Politi hevur eisini givið givið Paludan forboð móti at mótmæla í teirra lógøki fram til 23. apríl.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder