2018-07-11 09:59

Ein nýggj pantskipan verður sett í verk á ársins G! Festivali, har peningur fæst fyri at lata endurnýtsluglasið innaftur.
Pantskipanin virkar á tann hátt, at tíggju krónur verða goldnar í pant fyri fyrsta glasið. Næstu ferð, farið verður í barrina, kunnu tómu plastgløsini latast inn, og ein sparir pantið.
Ynskir ein at fáa pantið útgoldið, kunnu gløsini latast inn í pant-tjaldinum, sum verður sett upp til høvið. Har verður peningurin útgoldin ella settur inn á Meira av tí góða-gávukortið.
Harvið riggar pantskipanin soleiðis, at ein ókeypis øl fæst, um ein letur seks endurnýtslugløs inn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald